Beskrivelse
Venjing í vatni er ein góður venjingarháttur til barnakonur. Í vatni missir tú tyngdina, og tú kanst gera næstan allar rørslur uttan stríð. Vit venja allan kroppin og fáa pulsin upp. Dentur verður lagdur á andadráttin og kokubotnin, og kann hetta møguliga hjálpa tær at fáa ein betri barnsburð. Tú fært vegleiðing í hvat rættur sitandi, standandi og liggjandi kropsburður er, soleiðis at tú hevur færri trupulleikar til dagligt. Venjingin er ein tíma og er fyri allar barnakonur, uttan mun til hvar í burðartíðini tú ert. Vit hava 9 tímar undirvísing í vatni, og so hava vit ein spyrjitíma saman við eini ljóðsmóður.
Vit venja í Eysturskúlanum fríggjadag frá kl. 17:00 til 18:00
Hettar skeiði er bara á 6 ferðir.
Undirvísari: Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur.
Sí tilmæli hjá danska heislumálaráðnum til barnakonur um kropsliga rørslu