Beskrivelse
Eftirføðingarskeið
Skeiðið er fyri kvinnur, sum vilja koma fyri seg eftir føðing. Í byrjanini á skeiðinum verður serligur dentur lagdur á at arbeiða við teimum djúpu búk- og ryggvøddunum. Síðani arbeiða vit okkum út til teir størru vøddarnar. Stórur dentur verður lagdur á, at tað er kvalitetur í venjingini hjá hvørjum einstøkum luttakara. Kokubotnin hava vit fokus á undir allari venjingini. Vit hava lætta undirvísing í anatomiini av kokubotninum og fáa undirvísing í kropsburði, og hvussu vit lyfta rætt.
Tilberð at melda til skeiði 5 vikur eftir vaginalan barnsburð og 8 vikur eftir keisaraskurð.
Vant verur mánadag og hósdag frá kl. 10:15 til 11:30. Undirvísingin er í dansisalinum í Yndi.
Nýtt skeið frá 6 januar til 13 februar 2025.
Undirvísari: Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur