Um okkum
Á FYSIO eru vit 4 fysioterapeutar, sum bjóða tær viðgerð, vegleiðing og venjing á høgum fakligum støði. Vit eru Hallgerð Bjartalíð, Brian Fossabrúgv, Beinta Bak Simonsen og Bogi Sørensen
Vit eru javnan á skeið og eftirútbúgva okkum fyri at fáa ta nýggjastu vitanina innan fysioterapi. Vit leggja stóran dent á, at tú fært eina nágreiniliga og persónliga viðgerð og vegleiðing. Vit hava øll ymiskar førleikar og víðariútbúgvingar, og kunnu tí bjóða tær eitt stórt úrval av ymiskum viðgerðarháttum.
Vit samstarva við viðgerðarstovuna MedCare
HALLGERÐ BJARTALÍÐ
Prof. bachelor í fysioterapi, 2001
- Síðan 2016: Starvast á FYSIO
- 2013 – 2016: Starvast á Bjartalíð Fysioterapi
- 2006 – 2013: Starvast á Havnar Fysioterapi
- 2005 – 2006: Starvast á klinik í Ceresté (Fraklandi)
Eftirútbúgvingar:
- Manuella terapi
- Ítróttarskaðar
- McKenzie ABCD 2006-2012
- Kinesiotape (KT 1-3) 2013
- Grundleggjandi skeið í kanning og viðgerð av inkontinens hjá vaksnum (modul 1 og 2) 2014 og 2017, obstetriskt modul 2021
- Instruktør í Pilates Body Control 2017
Mín stóri áhugi er viðgerð av økslini og rygginum umframt barnakonur, sum hava trupulleikar undir barnsburði.
Eg viðgerði kvinnur og menn, sum hava trupuleikar við kokubotninum, inkontinens ella pína. Eg eri serútbúgvin innan hetta øki og góðkend sum Uro-Gyn-Obs fysioterapeutur ígjøgnum DUGOF. (Dansk selskab for urologisk, gynækologisk og obstetrisk fysioterapi).
BRIAN FOSSABRÚGV, Cert. MDT
Prof. bachelor í fysioterapi, 2003
- Síðan 2016 starvast sum fysioterapeutur á viðgerðarstovuni FYSIO
- Síðan 2004 starvast sum fysioterapeutur fyri tey ymisku fótbóltslandsliðini hjá FSF
- 2003 – 2015 starvast á Havnar Fysioterapi og á somatisku deild á Landssjúkrahúsinum
Eftirútbúgvingar:
- Síðan 2015 í gongd við grundútbúgvingina innan Mulligan konceptið
- Prógv í GLAID konceptinum (godt liv med artrose i Danmark)
- Prógv í grundútbúgvingini Mechanical Diagnosis and Therapy (Mckenzie)
Havi síðan áhaldandi tikið eftirútbúgvingar innan manuella terapi, kinesiotape og ítróttarfysioterapi
BOGI SØRENSEN
Kandidat i Muskuloskeletal fysioterapi, 2024
Prof bachelor i fysioterapi, 2021
- 2021: Starvast í Heilsu- & Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu
- 2021 og 2023: Summarferiu avloysari á viðgerðarstovuni FYSIO
- 2024: Starvist á Viðgerðarstovuni FYSIO
Eftirútbúgvingar:
- Løbestilsanalyse, 2021
- Skeið í diagnostisk ultraljóðskanning, 2024
Í samband við kandidat útbúgvingina, havi eg, millum annað, ogna mær breiða vitan innan:
- Pínu viðgerð og pínu vísind
- Skaðafyribyrgjan
- Diagnostiska ultraljóðskanning
Eg strembi eftir framhaldandi at dagføra mína vitan innan fysioterapi.
BEINTA BAK SIMONSEN
- 2024: Vikar hjá Barnasvimjing.fo við undirvísing í babysvimjing
- 2023- : Starvast aktuelt hjá FYSIO
- 2020-2022: Starvast á Neurologisk midlertidig døgnrehabilitering Hvidovre
- 2018-2019: Starvast á Hjerneskade- og Rehabiliterings Center København
- 2019 Prof. bachelor í fysioterapi
Eg havi serligan áhuga í barna- og ungdómsøkinum, herundir sansamotoriska og neuromotoriska menningin: hvussu kroppur og heili arbeiða saman, og hvussu vit ávirkast av hesum.
Eg havi stóran áhuga og nógvar royndir í endurvenjing eftir heilaskaða og aðrar neurologiskar sjúkur, sum kunnu uppstanda í heilanum og geva bæði fysisk og kognitiv mein, bæði hjá børnum og vaksnum. Eg strembi eftir at hava nýggjastu vitanina innan mítt øki og royni eg tí at vera virkin og luttaka á skeiðum, verkstovum og í fyrilestrum fyri at økja um mína vitan.
Eftirútbúgvingar:
- SansaMotorik, kanning og viðgerð
- Pinkubarna kanning og viðgerð: Pediatric Dynamic Neuromuscular Stabilization Instructor (DNS1)
- Apoplexi endurvenjing: Neuro-Rehabilitation Skills, við Karl Schurr og Annie McCluskey neuro- physiotherapist and Occupationaltherapist
- Vegleiðari í motoriskari menning og sansamotoriskari stimbran
Verkstovur og fyrileystrar:
- ”Venjing til børn og ung við serligum tørvi” frá ParaSport Føroyar
- ”Børn, fysioterapi og ADHD” frá barnafysioterapeut Pernille Thomsen
- ”Sanseintegration” frá barnaergoterpeut Connie Nissen
- ”Børn sum ganga á tá” frá Danske Fysioterapeuter
- ”Motorik og sprog”, frá Dansk Selskab for Pædiatrisk Fysioterapi
- ”Generel vitan um autismu” frá Autismuráðgeving