Fysioterapi
Fyri at fáa fysioterapeutiska viðgerð skalt tú hava eina ávísing frá egnum lækna. Ávísingin tryggjar, at tú fært 50% í stuðli frá Heilsutrygd.
Vit arbeiða undir tagnarskyldu, og tí verða ongar upplýsingar givnar víðari uttan títt samtykki.
Hvat er fysioterapi?
Fysioterapi er ein heilsulig yrkisgrein. Ein fysioterapeutur hevur eina gjølla vitan um rørslur og funktiónir hjá mannakroppinum. Fysioterapi er viðgerð ella undirvísing, ið hjálpir tær at virka best møguligt í dagligdegnum. Fysioterapi kann fyribyrgja og/ella viðgera pínu og plágur í t.d. musklum, liðum, nervalagnum og blóðrenslinum. Fysioterapi er teoretisk vitan, royndir og hegni innan kanning, greining og meting av rørslum og funktiónum hjá mannakroppinum.
Fysioterapeuturin tekur støði í, at øll menniskju eru ymisk og hava ymiskan tørv og tilfeingi, tá tað kemur til rørslur og funktiónir hjá kroppinum.
Hvussu arbeiða vit?
Í arbeiðinum hjá fysioterapeutinum eru bæði fyribyrging og viðgerð. Viðgerð kann gevast bæði sum einstaklingaviðgerð ella sum bólkavenjing.
Í viðgerðini av sjúklingum, ið hava pínu, roynir fysioterapeuturin at linna pínuna, men eisini at vísa á, hvat kann hava elvt til pínuna. Umframt hetta ráðgevur hann um, hvussu pínan kann fyribyrgjast. Sjúklingurin og fysioterapeuturin hava eina felags ábyrgd fyri, at viðgerðin gevur eitt nøktandi úrslit.
Hvat gera vit?
Sum fysioterapeutar arbeiða vit eftir hesum leisti:
· Kanna, greina, meta um og diagnostisera
· Brúka og meta um viðgerðarhættir, ið eru skjalprógvaðir við kanningum
· Gera viðgerðarætlan
· Gera venjingarprogramm at brúka í sambandi við møguliga innlegging og eftir útskriving
· Ráðgeva og vegleiða í, hvussu sjúklingurin sjálvur kann viðlíkahalda og víðariføra eitt rokkið úrslit, antin gjøgnum ambulanta venjing, á klinikk, í ítróttarfelag, sum eldravenjing o.s.fr.
· Tryggja framhald í endurmenningini við gerð av afturvenjingarætlan