Beskrivelse
FYSIO bjóðar endurvenjing, sum verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá hvørjum einstaka.
Eftir slíka skurðviðgerð eru fleiri, sum føla seg ótryggan, hava pínu og/ella óbehag. Vit ynskja at hjálpa, soleiðis at skurðviðgerðin ger enn størri gagn.
Vit hava liðvenjingar, har upp til fimm fólk venja saman. Hetta gevur møguleika fyri at vegleiða og rætta venjingarnar hjá hvørjum einstaka.
Vant verður tvær ferðir um vikuna týsdag kl. 12:30 og fríggjadag kl. 13:30
Venjingin fer fram í venjingarsalinum hjá Yndi.
Undirvísari er Brian Fossabrúgv