Beskrivelse
GLAID
Hetta er eitt venjingartilboð til fólk við artrosu (sliti) í knøum og mjadnum. Viðgerðarkonseptið, sum á donskum kallast GLAiD (godt liv med artrose i Danmark), er sera útbreitt í Danmark og er eisini blivið eitt viðurkent viðgerðarkonsept.
Endamálið við miðvísari undirvísing og venjing er at minka um pínuna og betra um funktiónina fyri harvið at gera gerandisdagin lættari. Eisini sæst, at skurðviðgerð í fleiri førum kann umgangast ella setast í bíðistøðu.
Kanningar vísa, at liðvenjing hevur dupult so góða effekt sum sjálvvenjing. Vant verður saman á liði tvær ferðir um vikuna í 8 vikur, og aftaná hetta skulu fólk so halda áfram at venja sjálvi.
Vant verður týsdag og fríggjadag frá kl. 10:50 til 12:00.
Ávísing frá lækna krevst.
Tilmelding við at ringja á 228600 ella skriva til brian@fysio.fo
Undirvísari: Brian Fossabrúgv, fysioterapeutur.