Beskrivelse
Knælið
Knæliðið er serliga ætlað fólki, sum hava liðbandsskaðar, men eisini fólki sum hava tørv á uppvenjing aftaná meniskoperatión v.m.
Vant verður regluliga eina ferð um vikuna í eitt longri tíðarskeið – alt eftir hvat fyri skaða talan er um. Umframt hetta fær luttakarin leypandi vegleiðing í, hvørjar venjingar hann skal gera heima.
Endamálið vid knæliðnum er, at luttakarin fær miðvísa venjing, sum progressivt er tillagað til tann einkulta persónin. Í hesum tíðarskeiðinum verður dentur serliga lagdur á at endurskapa evnini at stabilisera knæið, soleiðis at tað er funktionelt í gerandisdegnum og í eini møguligari ítróttargrein, sum tann einkulti luttekur í. Í hesum sambandi er tað somuleiðis týdningarmikið at byggja upp maksimala styrki í knænum umframt øðrum pørtum av kroppinum, sum hava ávirkan á knæið.
Ávísing til fysioterapi frá lækna krevst.
Tilmelding við at ringja á 228600 ella skriva til brian@fysio.fo.
Undirvísari: Brian Fossabrúgv, fysioterapeutur.